|
|
Undrið Fótbólts Felag
Samband
Ynskir tú samband við Undrið FF, vinarliga nýt ein av niðanfyri standandi møguleikum:
T-post: support(a)undriff.com
Fax: Kemur
Nevndin:
Formaður: Mikkjal Hvannastein, Kaldbak, tlf. 263731
Varaformaður: John H. Andreassen, Tórshavn, tlf. 232105
Skrivari: Nikkil Heinesen, Tórshavn, tlf. 253585
Nevndarlimur: Johann J. Petersen, Tórshavn, tlf. 262974
Nevndarlimur: Jógvan Breckmann, Tórshavn, tlf. 507937
Tiltakslimir: Arne Winthereig og Dánjal Joensen.
Søgan
Hugskotið til Undri FF kom á einum føðingardegi mitt í desember 2005.Nakrir av gestunum byrjaðu at tosa um at fara at sparka fótbólt næsta ár, og tað stutta av tí langa er, at allir blivu samdir um at stovna eitt spildurnýtt felag. Felagið skuldi standa fyri flottum álopsfótbólti, undirhaldi og góðum ítróttaranda.
Felagið hevði stovnandi aðalfund 18. Januar 2006. Ein nevnd var sett, og nú var bara at dríva á. Stovningin av felagnum gekk sera væl, og FSF skal fáa stóra tøkk fyri at vera hugagóðir, tá ið vit hava søkt um ráð.
Fyrsti fíggjarligi stuðulin var Jógvan Skorheim, sum hevur umboð uppá íslensku sápuna Undri. Stuðulin frá honum fíggjaði okkum leikbúnar, bóltar, vestar og líknandi venjingarútgerð.
Fyrsta afturgongdin sum Undri FF møtti var, at felagið slapp ikki at luttaka í kappingini um Løgmanssteypið 2006. Hetta komst av, at felagið varð ov seint at melda seg til kappingina, og vóru tí ikki við í pottinum, tá ið fyrstu ferð bleiv trekt.
Fyri at brynja okkum til kappingarárið, spældu vit fýra vinardystir. Uttan at nevna ov nógv, so var okkara fyrsti dystur móti teimum villu nólsoyingunum úr NÍF, og hendan dystin vunnu vit sannførandi 5-4.
Kappingarárið sjálvt byrjaði illa, og taptu vit nakrar av teimum fyrstu dystunum. Men sum tíðin leið, so bleiv hópurin meira og meira samanspældur, og tað endaði við at vit náddu einum flottum 2. plássi. Grannarnir úr B36 vunnu kappingina hetta árið.
Nakrar av berandi kreftunum hjá Undrinum hetta árið vóru, Bárður Christiansen, Dan Syderbø, Pætur Á. Jakobsen, Heðin Jacobsen, Alex Jacobsen, Sólvit Nólsøe, Jógvan Skorheim, Eyðfinn Olsen, Harry Thomsen, Súni Haraldsen, Bjarni í Liða, Petur Mortensen, John Høj Andreassen, Páll Skýlindal, Alex Samuelsen, Kjartan á Dul, Pætur Klein Jacobsen, Pætur Háberg, Sverri Tórstún, Trúgvi Lutzen, Bárður við Skipá, Bergur Thomsen og Ari av Rana.
Soleiðis var Undri FF sett á stovn
Undri spældi fyrstu árini í 3. deild, og í 2008, var fyrsta árið ið Undri kundi melda 2 lið til kappingina.
Av ymiskum orrsøkun, fekk Undri FF á vári í 2009 tilboð, um at spæla í 2. deild komandi ár. Hetta tilboð kom, tí annað felag hevið ikki sett seg ført fyri at mannað liði ið teir høvdu í 2. deild.
Kappingarárið 2009 gjørdist eingin ítróttarlig succes søga, og flutti Undri niður í 3. deild aftur.
Nýtt navn
Í Januar 2010 kom nýggj nevd til felagið, og eitt tað fyrsta ið nevndin gjørdi, var at endurskapa identitetin hjá felagnum. Felagið fekk nýtt búmerkið ið Johann J. Petersen, Tórshavn, teknaði. Eisini skiftið felagið navn.
Nýggja navn felagsins gjørdist Undrið Fótbólts Felag. Nevndin arbeiddi nógv við hesum málinum. Tvær høvuðs orrsøkir vóru fyri at navnið var broytt. Undri sápan ið hevði verið høvuðsstuðul síðani felagið sá dagsins ljós, ynskti ikki at leingja arbeiði, og tí skudli felagið eisini finna nýggjan høvuðsstuðul. Eisini metti nevndin at tað var hóskandi at skifta navn, tí undrið við 'ð' er tað málsliga rætta.
Hagtøl
Dagført: 29. September 2009
Mest skorandi spælari: Súni Haraldsen 16 mál
Longsta 'Clean sheet': 122 min Guttorm Patursson 26-04-2009 til 10-05-2009
Stórsti sigur: 03/06-2006 Undri FF 12-1 MB
Stórsta tap: 17/03-2007 ÍF 11 - 1 Undri FF (Løgmansteypið)
Mest málríkið dystur: 03/06-2006 Undri FF 12-1 MB
Oftast dagsins maður: Rúni Hvannastein 10
Flest dystir fyri Undri FF: Mikkjal Hvannastein 46
Oftast liðskipari: Mikkjal Hvannastein 32
Mest mál í einum dysti: Jóannes L. Jakobsen 5 mál (12/08-2007 Undri FF 8 - 2 ÍF)
|